Greta Thunberg dømd at rinda sekt fyri ikki at lurta eftir politinum

Greta Thunberg dømd at rinda sekt fyri ikki at lurta eftir politinum
19. juni forðaðu Greta Thunberg og aðrir klimaaktivistar tangabilum at koma til havnarlagið í Malmø. Tað hevur hon fingið sekt fyri í dag
 
24.07.2023 - 17:18

Svenski veðurlagsaktivisturin, Greta Thunberg, er í býarrættinum í Malmø í dag dømd at rinda sekt fyri at nokta at lurta eftir boðum frá politiinum í einum veðurlagsátaki í Malmø.

19. juni forðaðu Greta Thunberg og aðrir klimaaktivistar tangabilum at koma til havnarlagið í Malmø.

Hon var biðin um at fara av staðnum, men lurtaði ikki eftir boðunum hjá løgregluni.

Sambært svenskum miðlum, sigur Greta Thunberg seg vera ósekan, og at tað var í neyðverju, at hon ikki vildi samstarva.

Greta Thunberg sigur, at atburður hennara er sømiligur, tí veðurlagskreppan setir lív og heilsu í váða.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233