Viðgera nefs til Jacob Vestergaard

Viðgera nefs til Jacob Vestergaard
Formansskapurin í løgtinginum fer í dag at viðgera frágreiðingina, sum Ken Nónklett, kanningarstjóri, kom við 12. juni.
Kanningarstjórin handaði Løgtinginum frágreiðingina um Jacob Vestergaard tann 12. juni
 
25.07.2023 - 07:44

Ken Nónklett kannaði embætisførsluna hjá Jacob Vestergaard, tá hann var landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Kannað var, hvussu Jacob Vestergaard lutaði út fiskirættindi í 2020 og 2021.

Kanningarstjórin mælir til, at uppskot til samtyktar verður lagt fyri løgtingið um at geva Jacob Vestergaard eina átalu, eitt nefs.

Formansskapurin fer eisini á fundinum í dag at viðgera hølini á Tinghúsvegi 5. Tað er í bygninginum hjá Havnar arbeiðarafelag.

Ætlanin er, at løgtingið skal flyta hagar av Gamla apoteki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334