Fleiri hundrað Airbus320-neo krevja umvæling. Men ikki tey føroysku

Fleiri hundrað Airbus320-neo krevja umvæling. Men ikki tey føroysku
1.200 motorar hjá Airbus320-neo av slagnum Pratt & Whitney skulu takast sundur og umvælast. Atlantic Airways brúkar aðrar motorar
Airbus320-neo flogførini hjá Atlantic Airways hava ikki Pratt & Whitney motorar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.07.2023 - 10:43

1.200 motorar hjá Airbus320-neo av slagnum Pratt & Whitney skulu takast sundur og umvælast.

Tað tekur upp til 60 dagar fyri hvønn motor.

Atlantic Airways hevur tvey Airbus320-neo flogfør.

Men tey hava ikki Pratt & Whitney motorar.

Tey hava CFM motorar.

Pratt & Whitney motorarnir skulu umvælast næsta árið, tí verksmiðjan er komin eftir, at dálkandi evni eru í málmpulvuri, sum verður brúkt í motorunum.

Hesi evni kunnu gera, at ørsmáar rivur koma í turbinuskivurnar. Rivurnar kunnu elva til málmmøði.

Ov fáir mekanikarar og eykalutir

Tað ger ikki støðuna frægari, at trot er á mekanikarum og eykalutum.

1.200 av stívliga 3.000 motorum, sum vóru gjørdir til Airbus flogfør árini 2015 til 2021 skulu umvælast. 

200 skulu kannast longu nú, tað er fyri hálvan september.

Hinir skulu kannast næsta árið.

RTX Corporation, sum ger Pratt & Whitney motorar, sigur, at teir motorar, sum nú vera gjørdir, hava ikki trupulleikan, sum teir 1.200 hava.

Millum flogfeløgini, sum hava flogfør við motorunum, sum krevja umvæling, eru Spirit Airlines, JetBlue Airways og Wizz Air.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961