Tingsetan byrjar í dag

Tingsetan byrjar í dag
Orðaskifti um ólavsøkurøðu løgmans verður mikudagin
Í dag vera aftur menn og kvinnur í tingsalinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.07.2023 - 10:02

Tingsetan 2023-2024 byrjar í dag.

Sum vant verður tingið sett ólavsøkudag klokkan eitt.

Tá heldur løgmaður, Aksel V. Johannesen, sína frágreiðing, ólavsøkurøðuna.

Orðaskifti um hana verður mikudagin, tann 2.august.

Sambært stýriskipanarlógini greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, sum landsstýrið hevur í ætlan at fremja í sínari røðu ólavsøkudag.

Har stendur eisini, at við støði í røðu løgmans tekur tingið innan seks yrkadagar støðu landsins til umrøðu. 

Og í ár verður tað so 2.august.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334