Skattalætti í listanum við lógaruppskotum

Skattalætti í listanum við lógaruppskotum
Ein skattalætti er í løglistanum hjá landsstýrinum, sum kom saman við løgmansrøðuni í tingið í dag
Skattalætti er á veg, sigur landsstýrið.
 
29.07.2023 - 16:06

Ein skattalætti er í løglistanum hjá landsstýrinum, sum kom saman við løgmansrøðuni í tingið í dag.

Uppskot er um at geva lágløntum og miðalløntum skattalætta. 

Ætlanin er at lækka inntøkuskattin við at dagføra skattastigan, so serliga markskatturin hjá miðinntøkum lækkar og fólk við vanligum størvum fáa meira burturúr at arbeiða fulla tíð. 

Hóast prísvøkstur og inntøkuvøkstur hevur skattastigin verið óbroyttur seinastu átta árini. 

Meira enn helvtin

Tað ger, at nógvir vanligir løntakarar hava høgan marginalskatt.

Til dømis rindar ein vanligur sjúkrarøktarfrøðingur, sum arbeiðir niðursetta tíð, meira enn helvtina av inntøkuni í skatti fyri hvørja eyka vakt. 

Til at fíggja skattalættan er neyðugt at gera broytingar í aðrari lóggávu, sigur landsstýrið. 

Í sambandi við lønarlyftið, sum skal latast teimum lægst løntu á umsorganarøkinum, skal pensjónistafrádrátturin umskipast.

Landið letur allan frádráttin, og kommunurnar brúka sparda frádráttin til at rinda lønarlyftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541