Hóttir við kjarnokukríggi

Hóttir við kjarnokukríggi
Um Ukraina ætlar at taka partar av Russlandi, so brestir kjarnorkukríggj á, sigur Dmitrij Medvedev, fyrrverandi forseti í Russlandi
 
30.07.2023 - 14:15

Fyrrverandi russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, hóttir í eini dagføring á sosiala miðlinum Telegram við kjarnorkukríggi, um Ukraina vágar sær at taka partar av Russlandi.

- Um vit ímynda okkum, at Ukraina við stuðli frá NATO tekur partar av Russlandi, so verða vit noydd at brúka kjarnorkuvápn at verja okkum við. Tað er alt sambært løgskipanini, sum forsetin gav 2. juni 2020, sigur Medvedev.

Og so leggur hann afturat, at fíggindar Russlands eiga at biða fyri russisku hermonnunum, tí tað eru bara teir sum virka sum bulvirkið, ið kann steðga eini innrás í Russland og verja fyri, at heimurin verður raktur av einum kjarnorkukríggi.

Dmitrij Medvedev er ídag næstformaður í russiska trygdarráðnum, og ídag hátíðarheldur Russland herflotan. Tað er í hesum sambandi, at hóttanirnar verða settar fram.

Júst hvat Medvedev meinar við, tá hann tosar um russiskt landaøki, er óvist. Um tað eru altjóða viðkendu mørkini, ella um tað eisini umfatar Krim og Donbas landslutin í Ukraina, er óvist. Ukraina hevur sagt, at landið ikki helmar í fyrr enn bæði Krim og Donbass aftur eru á ukrainskum hondum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860