Sjóhiti skal hita Tinganes

Sjóhiti skal hita Tinganes
Landsstýrið væntar, at arbeiðið at gera sjóhitaskipan fyri Tinganes kann bjóðast út í ár, og tað vónar, at skipanin kann takast í brúk komandi ár.
 
31.07.2023 - 08:07

Løgmansskrivstovan hevur síðani í fjør saman við Betri trygging, Landsverki og uttanhýsis ráðgevum fyrireikað eina sjóhitaskipan til teir 22 bygningarnir hjá landinum á Tinganesi og aðrar bygningar har.

Verkætlanin verður mett at kosta 10 milliónir krónur, og landið skal rinda sín lutfalsliga part. 

Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis, og fyrsta stig er at stovna eitt hitafelag hjá teimum, sum eru við í verkætlanini.

Sjóhitaskipanin fer væntandi at spara landinum nakrar hundrað túsund krónur árliga í oljukeypi, so íløgan verður vunnin inn aftur eftir ávíst áramál, sigur landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334