Matstovur skulu kunna innflyta rúsdrekka

Matstovur skulu kunna innflyta rúsdrekka
Næsta vár kemur uppskot frá landsstýrinum um at broyta rúsdrekkalógina, so matstovur kunnu flyta inn vín og øl uttan um Rúsdrekkasølu landsins
Matstovur skulu nú sleppa at innflyta rúsdrekka uttan um Rúsdrekkasølu landsins
Mynd: Savnsmynd  
 
01.08.2023 - 07:18

Eitt gamalt ynski hjá matstovuvinnuni verður nú veruleiki, tí næsta vár kemur uppskot frá landsstýrinum um at broyta rúsdrekkalógina, so matstovur kunnu flyta inn vín og øl uttan um Rúsdrekkasølu landsins.

Í 2018 hevði Vinnumálaráðið, sum tá var, uppskot um, at Loyvisnevndin kann geva matstovum og øðrum fyritøkum loyvi til at innflyta vín, sum í mesta lagi er 15 prosent, frá 1.januar 2019.

Tað var eisini í samsvari við ferðavinnupolitikkin, segði Vinnumálaráðið.

Men tað uppskotið vann ikki frama.

Nú verður so roynt aftur.

 

Framleiðarar skulu eisini sleppa at selja

Landsstýrið ætlar eisini, at tey, sum gera øl og rúsdrekka, skulu sleppa at selja løg, sum er sterkari enn 5,8 prosent á staðnum, har sum løgurin verður gjørdur.

Slík søla kann tó bara vera, tá gestir vitja. 

Uppskotið er til hoyringar, og hoyringarfreistin er í dag.

Lógaruppskotið kemur í tingið í heyst.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334