10 konsertir, ið tú mást hoyra á Summarfestivalinum 2023

10 konsertir, ið tú mást hoyra á Summarfestivalinum 2023
Summarfestivalurin fer av bakkastokki í dag, og tað eru 30 konsertir á skránni. Her eru 10, ið tú mást hoyra, um tú fert á Summarfestival
Europe eigur at stenda ovast á listanum yvir konsertir, tú skalt hoyra á SF í ár
Mynd: Europe á Facebook  
 
03.08.2023 - 12:33

1) Europe (SE)

Hetta verður ársins konsert í Føroyum í ár, kanska í harðari kapping við konsertirnar hjá Marius Ziska og Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum í vár. 

Europe er eitt topptunað rokkorkestur, ið hevur verið virkið síðani 1979, og hevur eina ørgrynnu av hittum. "Final Countdown" liggur fremst í huganum, men "Carrie", "Rock The Night", "Cherokee", "Superstitions" og "Open Your Heart" skulu eisini nevnast. Og ert tú fjeppari, so elskar tú eisini sangir sum "Stormwind", "Heart of Stone" og "Ready or Not". 

Skal ein trúgva setlistunum frá konsertunum, ið bólkurin hevur spælt í summar, so vera allir hesir sangirnir at hoyra á Vágsbøi í annaðkvøld, fríggjakvøldið, klokkan 22. 

Hóast tað eru 18 ár síðani Europe seinast spældi konsert í Føroyum á G! festivalinum, so er orkestrið og limir tess í toppformi. Europe fær enn toppkaraktir fyri sínar konsertir, og fert tú á Youtube og lurtar eftir live-framførslum, so er eyðsæð hví.  

Um tú hevur hug at geva tær sjálvum eina gávu, so er at vera á Vágsbøi í annaðkvøld klokkan 22. Eg ætli mær at standa fremst. 

 

Europe
Vágsbøur
Fríggjakvøld, kl. 22.00

 


2) RSP (FO)

Surrið alt, ið liggur leyst í Klaksvík, og haldið tykkum fast, tí ein stormur er ávegis.

RSP sunnumorgun klokkan trý í Tjaldinum verður ársins ball. Tað vita øll, sum upplivdu RSP á Sandinum á G! festivalinum í ár. Tað er ivasamt um Tjaldið stendur, tá dreingirnir í RSP eru lidnir við tað.  

Tað verður nú stórt at uppliva væl umtókta og beint nú mest syndiga bólkin her á landi spæla í høvuðsstaðnum í Bíbliubeltinum stutt fyri kirkju- og møtitíð.

RSP og Klaksvík ganga nokk líka illa saman sum olja og vatn, men klokkan trý sunnumorgunin, og eftir nakrar (les nokk so nógvar) øl, so vænti eg, at blandingin verður eksplosiv og nakað av tí besta, tú kanst uppliva her á landi beint nú. 

 

RSP
Tjaldið
Leygarkvøld, kl. 03.00

 


3) Jonah Blacksmith (DK)

Ein tann besti danski bólkurin, ið er frammi beint nú. Jonah Blacksmith spælir eitt bland av folkpoppi og -rokki. Sangir á altjóða støði og verða spældir av einum sera sannførandi og væl spælandi bólki. 

Jonah Blacksmith er úr Thy í Danmark. Brøðurnir Simon og Thomas Alstrup eru høvuðsmenn í bólkinum, og teir hava síðani 2014 útgivið fýra ummælararóstar útgávur, og teir hava verið nógv spældir í útvarpi. 

Í 2021 stórhittaði Jonah Blacksmith við sanginum “House of Fire”, og sangurin skapti grundarlag fyri stóra gjøgnumbrotinum. Aðrir kendir sangir eru “Secrets In The Water”, “Brothers” og “Daughter of Jonah”.

 

Jonah Blacksmith
Vágsbøur
Leygarkvøld, kl. 02.00

 


4) Marius Ziska (FO)

Marius Ziska er tað heitasta navnið í føroyskum tónleiki í løtuni, eftir at bólkurin hevði framúrskarandi konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri og gav nýggja plátu út. 

Á odda fyri Marius Ziska stendur ein av okkara allarbestu sangskrivarum og sangarum, Hans Marius Ziska. Ein buldribassi innan av Skálafjørðinum, ið hevur hendurm ið óivað egnaðu seg betur til at umvæla bilar ella at egna við, men sum hann skapar teir mest fantastisku og hjartanemandi sangirnar við. 

Við til søguna hoyrir eisini, at sangirnir hjá Hans Marius Ziska fóru ikki ordiliga á flog, fyrr enn Hans Jacob Kollslíð byrjaði at skriva tekstir til teir. Teir eru okkara Elton John og Bernie Taupin.  

Marius Ziska hevur við sínum fangandi og sveimandi sangum skapt nakað heilt serligt í føroyskum tónleiki.

 

Marius Ziska
Vágsbøur
Leygarkvøld, kl. 18

 

 

5) Hamradun (FO)

Hamradun er millum bestu rokk- og tungmálmsbólkar í landinum.

Bólkurin, ið varð stovnaður í 2015, blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rokktónleik við serføroyskum stevi. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum. 

Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamradun. 

Føroyingar elska Hamradun, so tað kann bara blíva ein feit konsert - tað er tað í roynd og veru altíð, tá Hamradun framførir. 

 

Hamradun
Vágsbøur
Fríggjakvøld, kl. 01.15

 


6) Guðrið Hansdóttir (FO)

Guðrið Hansdóttir er indie-tónleikadrotning Føroya.

Hon hevur givið tónleik út síðani 2007, og hesi árini síðani hevur hon regluliga gjørt vart við seg við útgávum og framførslum. 

Nú vit skriva 2023, so hevur Guðrið eina ørgrynnu av sangum, sum eru vorðnir fólkaogn, eitt nú "Stjørnur", "Pegasus", "I Defy", "Tú hevur tær dýrastu perlur" og "Morgun í mars". 

Seinasta útgávan, tann frálíka "Gult Myrkur", kom út í fjør, og við henni legði Guðrið fantastiskar sangir afturat sínum ríka sangskatti. "Gult Myrkur" var eisini kosin til ársins útgáva á FMA í ár. 

 

Guðrið Hansdóttir
Tjaldið
Leygarkvøld, kl. 00.30

 


7) Reiley (FO)

Poppsangarin Reiley er helst kendasti føroyski tónleikarin í løtuni.

Hann hevur seinnu árini fingið risastóran fjepparaskara kring allan heimin, og luttøka hansara í heimsins størstu sangkapping, Eurovision, hevur givið honum umrøðu og umtalu, sum eingin føroyskur tónleikari áður hevur fingið.

Reiley er dugnaligur og kreativur tónleikari, sum skrivar fangandi poppsangir, syngur, dansar, framførir og skapar sítt egna úttrykk við litum og ljóði. Hann hevur sáttmála við kenda amerikanska plátufelagið Atlantic Records, sum eisini hýsir heimsstjørnum sum Ed Sheeran, Bruno Mars, Cardi B og Kelly Clarkson. Reiley er eitt heilt serstakt talent, sum er komin langt í altjóða tónleikavinnuni og kann koma enn longri næstu árini.

Reiley hevur longu hittað við sangum sum "Let It Ring", "Breaking My Heart", "Blah, Blah, Blah", "Superman" og "Moonlight", og fleiri góðir sangir eru í væntu frá honum.

 

Reiley
Vágsbøur
Leygarkvøld, kl. 20.30

 


8) Adrenaline (FO)

Nýggjasta skotið á tónleikatræðnum í Klaksvík er rokkbólkurin Adrenaline, sum seinastu árini hevur gjørt vart við seg við sangum sum "Spillikassin", "Bjarta", "Eg vil koyra skjótari" og "My Valentine". 

Tað hoyrist, at Hans Edward Andreasen úr The Dreams hevur verið mentor hjá bólkinum, sum spælir beint fram og ungsintan emo-punkrokk og -popp. Tað er kanska eitt sindur lokalt og bygdasligt, men tað ger einki, tí vit føroyingar eru nøkur bygdafrell allir sum vit eru. Og tað er deiligt at hoyra Klaksvíks-DNA'ið aftur í tónleiknum hjá Adrenaline. 

Á Summarfestivalinum er Adrenaline á heimavølli, og teir hava fingið Tjaldið hóskvøldið klokkan 23.30. Tey, ið kenna klaksvíkingar, vita, at teir stuðla sínum egnu og verja altíð borg. So tað er eingi ivi um, at tað koma nógv fólk til konsertina, sum er ein stórur møguleiki hjá unga bólkinum ordiliga at fáa fótin fyri seg á føroyska tónleikapallinum. 

Teir, sum spæla í Adrenaline, eru Jónas Jacobsen (sang), Tórður Sóleyarson (gittar), Niclas Høgnesen (bass) og Høgni Sørensen (trummur).

 

Adrenaline
Tjaldið
Hóskvøld, kl. 23.30

 

 

9) Vágaverk (Vágasound)

Góð tjúgu ár eru liðin síðani fyrstu útgávuna hjá Vágaverk, og bólkurin er framvegis aktuellur og viðkomandi. Ja, so mikið viðkomandi, at bólkurin átti eina ta bestu útgávuna í fjør, "Ivaveður". Sangir sum "Bommilomm" og "Cajun baby" hava hittað stórt herheima. 

Vágaverk hava í grundini hittað frá byrjan. Á fyrstu, sjálvnevndu, útgávuni í 2002 hittaði Vágaverk við sangunum "Túsund og ein nátt" og "Á trappuni hjá Lenu", sum eru blivnir klassiskarar. Í 2014 kom útgávan Drekkivatn við sangum sum "Hvar baby" og "Ljóta verð gamla mer". 

Jóan Jakku Guttsen og Sámal Ravnsfjall eru høvuðsmenn í Vágaverk. Teir teljast millum legendurnar í føroyskum tónleiki og eru millum fremstu umboð fyri vágasound.

 

Vágaverk
Tjaldið
Fríggjakvøld, kl. 23.45

 


10) Suzi Quatro

Hon er eitt veruligt ikon. Ein legenda. Í 1970'unum slóðaði hon fyri kvinnum í altjóða rokktónleiki við sínum bassi og hásu rødd. 

Fólk, ið komu til aldurs í Føroyum í sjeytiárunum, elska Suzi Quatro, sum bleiv tráðspæld í Útvarpi Føroyar. Sangir sum "She's In Love With You", "If You Can't Give Me Love" og "Stumlin' In" eru at rokna sum evergreens í Føroyum. 
 
Suzi Quatro vaks upp í Detroit í USA, men tað var, eftir at hon sum ung kvinna flutti til Onglands, at hon fekk stóra gjøgnumbrotið sum solistur. Hon hevur spælt konsertir uttan steðg, síðani hon var ung genta. Men leingi er tað, ið væl skal vera, og nú verður tað. Suzi Quatro spælir fyri fyrstu ferð í Føroyum. 

Suzi Quatro hevur væl spælandi bólk við kórsangarum og blásarum við sær til Føroya.

Suzi Quatro er vorðin 73 ár, og tað er kanska eitt sindur harmiligt, at tað ikki hevur eydnast at fingið hana til Føroya fyrr. Men hóast høga aldurin, so tykist hon enn væl fyri. 

 

Suzi Quatro
Vágsbøur
Leygarkvøld, kl. 23.00

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977