2,6 læknaársverk á føroysku sjúkrahúsunum fyri hvørjar 1000 íbúgvar

2,6 læknaársverk á føroysku sjúkrahúsunum fyri hvørjar 1000 íbúgvar
HAGTØL: Tað er einans Noreg, sum hevur fleiri sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður fyri hvørjar túsund íbúgvar enn Føroyar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.08.2023 - 08:27

Í Føroyum eru 2,6 læknaársverk á sjúkrahúsunum fyri hvørjar túsund íbúgvar ella 2,3 læknaársverk, um viðgerðir uttanlands ikki verða tald við. 

Í Danmark eru læknaársverkini á sjúkrahúsum 3,2 og í Noregi 2,8 fyri hvørjar túsund íbúgvar. Í Íslandi eru tey 2,0.

Tað skrivar Hagstovan.

 

Einans Noreg fleiri sjúkrarøktarfrøðingar

Í Føroyum eru ársverkini hjá sjúkrarøktarfrøðingum og ljósmøðrum 8,2 í tali fyri hvørjar túsund íbúgvar. 

Tað er einans Noreg, sum hevur fleiri sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður, sum hevur 8,4 fyri hvørjar túsund íbúgvar. 

Tað eru munandi fleiri enn í Danmark, sum er á triðja plássi við 6,4 ársverkum fyri hvørjar túsund íbúgvar. Í Íslandi eru ársverkini 4,7.

Á sjúkrahúsunum í Føroyum eru starvsfólk, sum ikki eru heilsustarvsfólk, munandi fleiri enn í hinum londunum. Hesin bólkur fevnir millum annað um leiðslu, læknaskrivarar, fíggjarfólk, samskiftisfólk, sosialráðgevar, kt-fólk, kokkar og køksfólk, húsavørðar, goymslufólk og reingerðarfólk. 

Í Føroyum eru hesi 7,8 ársverk fyri hvørjar túsund íbúgvar. Í Íslandi 5,1 ársverk, í Noregi 4,4 og í Danmark 3,8, skrivar Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938