Russiski sendiharrin í Íslandi er farin av landinum

Russiski sendiharrin í Íslandi er farin av landinum
Diplomatiska sambandið millum Ísland og Russland heldur fram, men virksemið er nógv minkað, síðani Russland leyp á Ukraina
Mynd: Shutterstock.com  
 
09.08.2023 - 10:36

Russiski sendiharrin í Íslandi er farin haðani.

Og starvsfólkini í sendiráðnum í Reykjavík eru nú átta.

Tey vóru 20.

Í juni boðaði Ísland frá, at tað legði niður sendiráðið í Moskva fyribils tann 1.august.

Ísland hevur havt sendiráð í Moskva frá 1944.

 

Biðið um at minka virksemi

Samstundis var Russland biðið um at hava sum minst virksemi í Reykjavík.

Minkaða sendiráðsvirksemið er gjørt í góðum samstarvi millum londini bæði.

Þórdís Kolbrún Reykfjörð Gylfadóttir, uttanríkisráðharri, sigur við RUV, at Ísland hevur ongar avleiðingar merkt av tí, at tað steðgaði sendiráðsvirkseminum í Moskva.

Diplomatiska sambandið millum londini heldur fram. 

 

Føroyski sendimaðurin komin heim

Virksemið á føroysku sendistovuni í Moskva verður fyribils røkt úr Føroyum.

Sendimaðurin er komin heim. 

Einki føroyskt sendifólk verður í sendistovuni í Moskva, so leingi sum umstøðurnar eru óbroyttar, sigur landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233