Ellemann og Troels býta um ráðharrasess

Ellemann og Troels býta um ráðharrasess
Jakob Ellemann-Jensen verður búskaparráðharri, og Troels Lund Poulsen verður aftur verjumálaráðharri
Troels Lund Poulsen og Jakob Ellemann-Jensen á tíðindafundi í morgun, tá kunngjørt var, at teir býta um ráðharrasess.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.08.2023 - 09:30

Tríggjar vikur eftir at Jakob Ellemann-Jensen kom aftur úr sjúkrafarloyvi í sessin sum verjumálaráðharri, fer hann úr verjumálaráðnum at umsita búskaparmál í donsku stjórnini.

Samstundis fer Troels Lund Poulsen, búskaparráðharri, aftur í sessin sum verjumálaráðharri, sum hann røkti, meðan Jakob Ellemann-Jensen var í sjúkrafarloyvi.

Jakob Ellemann- Jensen heldur kortini fram sum varaforsætisráðharri.

 

Ov stór arbeiðsbyrða

Jakob Ellemann-Jensen sigur, at skal tað eydnast sær sum formanni í Vinstra at røkja formansstarvið, so flokkurin framvegis fær ávirkan í stjórnarsamstarvinum, ber ikki til at vera verjumálaráðharri samstundis.

Hann viðgongur, at uppgávurnar í verjumálaráðharranum eru so stórar, at tað krevur ein ráðharra burturav.

Tað hevur ikki eydnast donskum miðlum at fáa viðmerking frá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, til broytingina í stjórnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688