Vegøksl til súkklur á landsvegnum

Vegøksl til súkklur á landsvegnum
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur svarað Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni
Tey, sum súkkla, skulu fáa betri umstøður á landsvegnum. (Savnsmynd)
 
24.08.2023 - 08:22

Tað kostar eina milión krónur fyri hvønn kilometur at gera vegøksl til súkklur við landsvegir, har ikki er pláss fyri súkklubreytum.

Landsverk mælir til at gera slíka vegøksl, sum skal vera ein metur breið.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, sum hevur svarað Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni.

Hann spurdi um súkklur í Føroyum.

 

Vegleiðing kemur í heyst

Landsstýrismaðurin sigur, at ein vegleiðing um ábæra ferðslu, ella bleyta ferðslu, kemur í heyst. 

Hann sigur eisini, at ein møguleiki er at gera eina ávaringarskipan við einum knøtti, sum súkklarin trýstir á, áðrenn farið verður inn í ein tunnil.

Tá blinkar ein pera við munnan, so bilførarar vita, at ein súkkla er í tunlinum.

Ein slík skipan kostar 70.000 kr. fyri hvønn tunnil.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334