Granskarar kannað møguleikarnar fyri at ala fisk og skeljadjór

Granskarar kannað møguleikarnar fyri at ala fisk og skeljadjór
Granskarar á Fiskaaling hava í samstarvi við Hiddenfjord, DTU Aqua og Scottish Association for Marine Science kannað møguleikarnar fyri at ala fisk og skeljadjór.
 
26.08.2023 - 10:27

Granskarar á Fiskaaling hava í samstarvi við Hiddenfjord, DTU Aqua og Scottish Association for Marine Science kannað møguleikarnar fyri at ala fisk og skeljadjór so mikið tætt saman, at skeljadjórini kunnu liva av skarni frá alifiskinum og harvið minka um árinið á umhvørvið. 

Millum annað er kannað hvussu nógv kræklingur kann minka um umhvørvisárinið av skarni.

Úrslitini vístu, at bert ein evarska lítil partur av skarninum verður upptikin, tá kræklingurin er við vatnskorpuna við síðuna av aliringunum, og tí minkar tað nærum ikki um umhvørvisárinið. 

Um umstøðurnar við tættleika av kræklingi, streymviðurskifti og søkkiferðin á skarni vóru optimalar, hevði kræklingurin minkað nakað meira um umhvørvisárinið, men framvegis ikki stórliga.

Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, er høvuðsrithøvundur á greinini. Afturat henni hava Birgitta Andreasen og Tróndur T. Johannesen frá Fiskaaling verið partur av arbeiðnum umframt granskarar úr Norra, Danmark og Stórabretlandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025