100.000 ísraelar mótmæla

100.000 ísraelar mótmæla
Í gjár vóru túsundtals ísraelar á gøtunum og mótmæltu stjórnini.
Mótmæli í Ísrael
 
27.08.2023 - 09:39

Meira enn 100.000 ísraelar gingu mótmælisgongu í gøtunum í Tel Aviv í gjár fyri at mótmæla politikkinum hjá stjórnini hjá Benjamin Netanyahu og móti vaksandi kriminalitetinum í arabiska landspartinum í landinum.

- Blóðið flýtur í gøtunum hjá okkum, segði Maamun Abd Elhai,   borgarstjóri í arabiska býnum Tira, í talu síni fyri mótmælisfólkunum.

Hann skuldsetur Netanyahu fyri ikki at berja niður vaksandi kriminalitetin í arabiska samfelagnum. 

Higartil í ár eri 156 fólk dripin í arabiska partinum av Ísrael. 

Og tað eru munandi fleiri, samanborið við somu tíð í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129