- Tíðindi, mentan og ítróttur
Streymurin er góður til útróður, men harðnar í vikuni

Eitt línuskip er á Íslandsrygginum og tvey smærri skip eru á landgrunninum. Tvey frystilínuskip eru á Føroya Banka, eitt er við Ísland, eitt á Íslandsrygginum og eitt á landgrunninum. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Skrivar fiskamarknaður Føroya.
Viðvíkjandi útróðri, so er streymurin góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðrið verður gott, og tí verður helst nógvur útróður í vikuni, serliga fyrst í vikuni, tá streymurin er góður. Væntandi fer onkur út á Føroya Banka. Fiskiskapurin er smáligur á landgrunninum, men góður á Føroya Banka. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu.
Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva. og ein frystitrolari fiskar svartkalva við Eysturgrønland.
Hjá partrolarum fiska trý pør upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu, og so er eitt par á gulllaksaveiðu. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligt.
Tríggir trolbátar eru úti, men væntandi fer onkur afturat út í næstum. Teir fáa eina blanding av toski, hýsu og flatfiski.
Og tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskiskapurin er brúkiligur, skrivar Fiskamarknaður Føroya.



























