Kostar 44 milliónir at gera H-bygningin lidnan

Kostar 44 milliónir at gera H-bygningin lidnan
Uppskot um nýggja verklagslóg er lagt fyri tingið
Mett verður, at tað fer at kosta slakar 44 milliónir kr. at gera H-bygningin lidnan. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
07.09.2023 - 14:55

Enn eitt uppskot um H-bygningin á Landssjúkrahúsinum er komið í tingið.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, biður í uppskoti um nýggja verklagslóg um 43,7 milliónir kr. at gera H-bygningin lidnan.

Meirútreiðslurnar standast av størri útreiðslum til bygningsarbeiði, rakstur av byggiplássinum, longda byggitíð og isolatiónsstovur. 

Heilsumálaráðið sigur. at arbeitt verður við at yvirtaka og royna ymsar tekniskar skipanir. Arbeiðið at binda H-bygningin og B-bygningin er í gerð, og eisini verður arbeitt við at inrætta kjallaran til goymslu, reingerð og parkering. 

Nakað av hesum arbeiði er drúgt, so tað gongur ein tíð, til sjúklingar kunnu verða innlagdir og koma til ambulantar viðgerðir í nýggja partinum av Landssjúkrahúsinum.

Roknað verður við, at tað er tann víðkaði parturin av kjallaranum, sum tekur longst tíð, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Uppskotið kann lesast her.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334