Dialýsuviðgerðin í Suðuroynni seinkað

Dialýsuviðgerðin í Suðuroynni seinkað
Tað eydnaðist ikki at seta størvini við sjúkrarøktarfrøðingum at taka sær av dialýsuni, men nú verður søkt av nýggjum
Dialýsuviðgerðin á Suðuroyar sjúkrahúsi er seinkað, tí neyðugt at søkja av nýggjum eftir sjúkrarøktarfrøðingum. (Savnsmynd)
 
12.09.2023 - 14:29

Óvist er,  hvussu verður við dialýsuviðgerðini á Suðuroyar sjúkrahúsi. 

Tað skrivar dimma.fo.

Tíðarætlanin fer í hvussu so er ikki at halda, sigur Landssjúkrahúsið.

Hølini á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum skulu brúkast til endamálið, verða klár um eina viku, men Landssjúkrahúsið skal standa fyri at útvega starvsfólkini til viðgerðina. Og tað gongur ikki heilt eftir vild. 

Dialýsuviðgerðin í Suðuroy verður undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum.

 

 Eydnaðist ikki at seta størvini

Í summar søkti Landssjúkrahúsið eftir fýra sjúkrarøktarfrøðingum at taka sær av dialýsuni á Suðuroyar sjúkrahúsi, men Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevi á Landssjúkrahúsinum, sigur við dimmu.fo, at tað eydnaðist ikki at seta størvini. 

Tí verður sum skjótast søkt av nýggjum eftir sjúkrarøktarfrøðingum.

Fróði Jacobsen sigur, at tey hava framvegis góðar vónir um, at tað fer at eydnast at seta størvini, og tá skulu tey, sum verða sett, verða á Landssjúkrahúsinum í eina tíð at læra seg at geva dialýsu-sjúkrarøkt.

Hetta hevur við sær, at øll ætlanin er seinkað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666