Nes kommuna í Grønlandi

Nes kommuna í Grønlandi
Umboð fyri Nes kommunu hava verið í Grønlandi, har tey á vitjan hjá Avannaata kommunu hava greitt frá umsiting, fyrisiting og rakstri av Nes kommunu.
Súni í Hjøllum, Elsbet E. Magnussen og Anfinn í Toft saman við Palle Jeramiassen, borgarstjóra í Avannaata kommunu
Mynd: Nes kommuna  
 
17.09.2023 - 15:22

Tað var eftir eina vitjan í vár, tá ið umboð fyri Avannaata kommunu í Grønlandi vitjaðu nakrar føroyskar kommunur, at tey á Toftum fingu innbjóðingina.

Nú hava so Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Elsbet E. Magnussen, kommunuskrivari, og Anfinn í Toft, tekniskur leiðari, verið í Grønlandi.

Í býráðshølunum í Ilulissat, har Avannaata kommuna hevur sítt høvuðsæti, høvdu tey sínar framløgur.

Avannaata kommuna fevnir um fýra býir og 21 bygdir, og har búgvan umleið 11.000 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541