Grønlendingar fyri mismuni

Grønlendingar fyri mismuni
Ein lítil triðingur av øllum grønlendskum lesandi í Danmark halda seg vera fyri mismuni, vísir ein nýggj frágreiðing frá stovninum fyri mannarættindi í Danmark.
Mynd: KNR  
 
17.09.2023 - 17:53

Frágreiðingin nevnir dømi um grønlendingar, sum hava fingið at vita frá sínum danska lærara, at grønlendingar eru alkoholikarar.

Hetta hendi, meðan flokkurin tosaði um upprunafólk í Amerika, Kanada og Grønlandi.

- Nakað av tí, vit peika á í frágreiðingini, eru serligu skyldirnar, Danmark hevur mótvegis grønlendskum lesandi.

Tað sigur Louise Holck, stjóri í stovninum fyri mannarættindi í Danmark, við grønlendska kringvarpið, KNR.

Hon sigur, at danskir útbúgvingarstovnar tí skulu royna at avmarka tær forðingar og teir trupulleikar, grønlendsk lesandi renna seg í á hægri útbúgvingum niðri.

Yvir 500 grønlendingar lesa í Danmark, og frágreiðing vísir millum annað, at fimtihvør sigur seg hava verið fyri mismuni hetta seinasta árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233