Óvist um samráðingar við Russland bera á mál

Óvist um samráðingar við Russland bera á mál
Landsstýrið viðger í løtuni, um Føroyar skulu samráðast við Russland um nýggja fiskiveiðisáttmála fyri 2024
Dennis Holm er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
 
18.09.2023 - 12:19

 - Vit eiga at fyrireika okkum til, at fiskiveiðusamráðingarnar við Russland ikki bera á mál. 

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Landsstýrið viðger í løtuni, um Føroyar skulu samráðast um nýggja fiskiveiðiavtalu við Russland næsta ár. 

Støða skal eisini takast til, hvat skal gerast, um 45 ára gamla fiskivinnusamstarvið við russar av onkrari orsøk dettur niðurfyri.

- Leggjast mál upp fyri øllum møguleikum, sigur Dennis Holm.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum:

 

18092023_Dennis_og_russlandssattmali

 

Fiskiveiðusamstarvið við Russland er eitt tað elsta fiskiveiðusamstarvið, sum Føroyar hava við eitt annað land, har býtt verður um fisk.

Sáttmálin er galdandi eitt ár í senn, og hann fer úr gildi 31. desember.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053