Ítøkiligar loysnir at hýsa heimleysum

Ítøkiligar loysnir at hýsa heimleysum
Barnaheimið er kortini ikki tað, sum liggur fyrst fyri at brúka til endamálið, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum
Almannamálaráðið arbeiðir við loysnum at hýsa heimleysum, sigur landsstýriskvinnan.
 
26.09.2023 - 14:10

Kanska fáa heimleys skjótt eitt stað at sova.

Almannamálaráðið hevur í øllum førum nakrar ítøkiligar loysnir á borðinum at hýsa teimum heimleysu.

Men Barnaheimið i Pedda við Stein gøtu í Havn er ikki ein loysn, sum liggur fyrst fyri, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum:

 

26092023_Heimleys

 

Føroya Barnaheim.

 

Fríða Patursson forkvinna í stýrinum fyri Føroya Barnaheim, sigur við útvarpið, at neyðugt verður helst við viðtøkubroytingum, um Barnaheimið skal brúkast til at hýsa heimleysum.

Fríða Patursson sigur eisini, at eingin áheitan er komin frá almennu myndugleikunum, og tí er hesin spurningurin ikki viðgjørdur í stýrinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114