- Vit skulu vera djarvar

- Vit skulu vera djarvar
Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum spælir í dag annan dystin í síni fyrstu Nations League-kapping. Dirvi er lyklaorðið undan dystinum ímóti Kýpros
Eyðvør Klakstein, Heidi Sevdal og hinar á føroyska landsliðnum spæla ímóti Kýpros í dag
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
26.09.2023 - 15:04

 - Vit skulu vera hvassar og djarvar, tí so ber til at fáa stig.

Tað segði landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen, við 3-2 um Nations League-dystin ímóti Kýpros, sum verður spældur í dag klokkan 17:00.

Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar løgdu út í Nations League við tapi fyri Montenegro, men føroyska legan var nøgd við seinna hálvleik.

 - Vit skulu longur fram á vøllin, og vit skulu leggja okkara trýst ordiliga, so vit ikki skrædna, segði Ásla Johannesen um Kýpros-dystin. 

 - Vit skulu endurtaka tað, sum vit vísa í øðrum hálvleiki (ímóti Montenegro, red.), har okkara uppbyggjandi spæl riggar væl, vit finna pláss ímillum teirra ketur og koma til nøkur fín innlegg, segði Signe Pries Andersen, sum tók við landsliðsvenjarastarvinum í summar eftir Lene Terp.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083