KÍ føroyameistari triðja árið á rað

KÍ føroyameistari triðja árið á rað
Við sannførandi 5-0 sigri á ÍF tryggjaði KÍ sær sítt triðja føroyameistaraheiti á rað og sítt 21. í røðini í stórum stíli
Árni Frederiksberg og hinir í KÍ eru føroyameistarar triðja árið á rað
 
01.10.2023 - 18:06

KÍ er føroyameistari triðja árið á rað.

Klaksvíkingar vunnu sannførandi 5-0 á einum skerdum ÍF-liðið, samstundis sum B36, ið var einasta liðið, sum kundi útseta FM-veitsluna, var fyri 6-0 eyðmýking í Sarpugerði ímóti Víkingi.

Heimaliðið tryggjaði sær sigurin fyri steðgin, tá Jóannes Kallsø Danielsen, Páll Klettskarð og Árni Frederiksberg (2) skoraðu til 4-0. Stutt fyri leiklok økti Jóhan Josephsen til 5-0 við sínum fyrsta málið fyri besta mansliðið, og so kundu viðhaldsfólkini festa í fýrverkið.

KÍ hevur nú vunnið 21 føroyameistaraheiti og nærkast nú av álvara HB, sum við sínum 24 framvegis eigur mest FM-steyp.


B36 fyri eyðmýking í Sarpugerði

B36 var einasta liðið, sum framvegis kundi hótta KÍ, men treytin var ein sigur á Víkingi í Sarpugerði. Útiliðið legði væl fyri, men Poul Kallsberg skoraði einasta málið fyri steðgin.

Í seinna hálvleiki setti heimaliðið seg á dystin, og eftir tvey skjót mál frá Olafi Bárðarson, var sigurin mestsum tryggjaður. Tað varð kortini stuttligari hjá heimafólkunum - ikki minst hjá Martin Klein Joensen, sum skeyt hattrikk upp á sjey minuttir, so Víkingur vann heili 6-0.

Í Trongisvági vann EB/Streymur við einum á TB, sum framvegis berjist fyri lívinum í botninum. Bergur Poulsen skoraði einasta málið á dystinum longu í 5. minutti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083