Løgtingið viðger mótrokning í pensjónini

Løgtingið viðger mótrokning í pensjónini
Seks aðrar fyrstu viðgerðir eru í dagsskránni hjá tinginum í dag, alt mál hjá landsstýrinum um stuðul av ymiskum slagi
Sjey mál fáa fyrstu viðgerð í tinginum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.10.2023 - 08:24

Uppskotið um, at fólkapensjónistar kunnu forvinna upp í 61.900 kr. uttan mótrokning í pensjónini er í dagsskránni fyri tingsfundin í dag.

Hámarkið er nú 45.000 kr.

Seks aðrar fyrstu viðgerðir eru í dagsskránni hjá tinginum í dag, alt mál hjá landsstýrinum um stuðul av ymiskum slagi.

Tingið skal eisini velja limir í Norðurlandaráðið í dag.Tingfundurin byrjar kl.10.00.

 

Fíggjarlógin farin í nevnd

Tingið bleiv liðugt við uppskotið um fíggjarlóg í gjár.

Uppskotið er nú í fíggjarnevndini, sum hevur fund 17.oktober.

Í næstu viku er heystfrítíð hjá skúlunum, og tá eru hvørki tingfundir ella nevndarfundir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775