Yvirgangsatsókn móti Svøríki og svium

Yvirgangsatsókn móti Svøríki og svium
Svenski forsætisráðharrin hevur havt tíðindafund eftir hendingina í gjár, tá tveir svenskir fótbóltsfjepparar vóru skotnir
Ulf Kristersson á tíðindafundi í Stokkhólmi fyrrapartin.
Mynd: TT/Ritzau Scanpix  
 
17.10.2023 - 14:27

- Alt bendir á, at talan er um eina yvirgangsatsókn móti Svøríki og svium.

Tað segði Ulf Kristersson, forsætisráðharri, um álopið í Brússel í gjárkvøldið, har ein maður skeyt og drap tveir svenskar fótbóltsfjepparar og særdi ein annan.

Svenski forsætisráðharrin hevði tíðindafund í Stokkhólmi fyrrapartin:

 

17102023_Ulf_Kristersson

 

Maðurin, sum hildið verður framdi álopið í Brússel í gjárkvøldið er deyður.

Løgreglan skeyt mannin í Schaerbeek-grannalagnum í landnyrðingspartinum av belgiska høvuðsstaðnum.

Løgreglan váttar fyri blaðnum DH, at leitað verður eftir tveimum fólkum aftrat í sambandi við álopið. 

Ulf Kristersson segði eisini á tíðindafundinum, at maðurin hevur verið í Svøríki viðhvørt.

Forsætisráðharrin vildi tó ikki siga, nær ella hvussu leingi, hann hevur verið í Svøríki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233