- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST-felagsskapir mæla til vápnahvíld í Gaza
ST-felagsskapir mæla til vápnahvíld í Gaza
ST felagsskapir mæla til vápnahvíld og at lata alla humanitera hjálp sleppa inn í Gaza

22.10.2023 - 10:13
Tað boða UNDP, UNFPA, UNICEF, WFP og WHO frá í felags yvirlýsing, skrivar Reuters.
20 bilar við neyðhjálp sluppu í gjár inn í Gaza úr Egyptalandi.
Men hetta er als ikki nokk í mun til tann stóra tørvin, sum er, sigur talskvinna hjá ST, sambært DR.
Sambært ST er tørvurin so stórur, at helst skulu eini 100 bilar sleppa inn í Gaza við neyðhjálp um dagin.
Eisini amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken, hevur heitt á partarnar um at lata markið upp fyri neyðhjálp.
Markið millum Gaza og Egyptaland var í gjár bert opið eina løtu, og tí sluppu bert 20 bilar ígjøgnum.
Hetta er fyrstu ferð i tvær vikur, at markið var opið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























