Sambandsflokkurin mist tolið við landsstýrinum

Sambandsflokkurin mist tolið við landsstýrinum
Flokkurin er sjálvur komin við uppskoti um at broyta lógina um tøkugjald
Sambandsflokkurin skjýtur upp, at tøkugjaldið fyri laks, sum skal meirvirkast, skal í mesta lagi vera 7,5 prosent.
 
25.10.2023 - 13:11

Sambandsflokkurin hevur mist mótið um, at landsstýrið fer at gera nakað við tøkugjaldið og tøkugjaldsstigan, so at treytirnar at meirvirka laks gerast betri.

Tað sigur Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, hevur sagt, at vandi er fyri, at 300 til 400 arbeiðspláss á Bakkafrosti detta burtur, tí tøkugjaldið ger, at tað ber seg ikki fíggjarliga at gera lidnar vørur.

Nú er Sambandsflokkurin sjálvur komin við uppskoti um at broyta lógina um tøkugjald.

 

Á virkinum hjá Bakkafrosti á Glyvrum.

 

Sambandsflokkurin sigur, at tøkugjaldið, og serliga tøkugjaldsstigin, eiga ikki at vera soleiðis, at tað ikki loysir seg fíggjarliga at meirvirka laks.

Tøkugjaldið fyri tann laksin eigur í mesta lagi at vera 7,5 prosent. Loftið í galdandi lóg er 20 prosent. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

25102023_Magnus_Rasmussen

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334