Í myndum: Nú kemur skattalættin í tingið

Løgmaður hevði kallað inn til samgongufund í Tinganesi kl. 14 í dag. Á dagsskránni vóru skattalætti og loyvisskipanin í fiskivinnuni.

 

Nógv átroðkandi mál eru hjá samgonguni at viðgera, men á fundinum í dag fór nærum øll tíðin við at viðgera skattalættan.

Úrslitið av fundinum gjørdist, at løgmaður klokkan hálvgum fimm seinnapartin kunngjørdi, at semja nú er um lovaða skattalættan.

Talan um ein skattalætta til lág og miðlalønt. Sum Kringvarpið skilir, skal skattalættin fíggjast við at lækka markið fyri topskatti, við at avtaka sjómansfrádráttin og frádráttin fyri at arbeiða uttanlands í stigum og við einum nýggjum CO2 avgjaldi.

 

Sí myndir, sum Bjarni Árting Rubeksen tók í Tinganesi í dag.

Er kopiera