- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stóra hassjmálið: Fýra vikur aftrat í varðhaldi

Ákæruvaldið heitti á Føroya rætt um at longja varðhaldsfongslingina í ein mánað, tí verandi varðhaldsfongsling endar í dag.
Rættarfundurin har støða skuldi takast til kravið hjá ákæruvaldinum, var avlýstur, tí Mira Tøfting, verji hjá ákærda, góðtók kravið um at maðurin skuldi sita fýra vikur aftrat í varðhaldi.
Maðurin hevur verið í varðhaldið síðani november í fjør.
Seks rættardagar vóru annars settir av til stóra hassjmálið.
Men tá málið var byrjað týsdagin í síðstu viku kom fram, at dómararnir vóru ógegnigir.
Tí skal málið ganga umaftur við dómarum úr Danmark.
Sorinskrivarin hevur boðað frá, at kanska kann stóra hassjmálið takast upp aftur í januar.
Málið er um sløk 26 kilo av hassji, sum vóru smuglað til Føroya í tveimum umførum í fjør.
























