Milliardir floyma inn í Danske bank

Milliardir floyma inn í Danske bank
Danske bank hevði góðar 9 milliardir krónur í rentuinntøku triðja ársfjórðing í ár
Danske bank hevur forvunnið 5,3 milliardir við triðja ársfjórðing í ár
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.10.2023 - 20:27

Roknskapurin hjá Danske bank fyri triðja ársfjórð vísir, at bankin hevur forvunnið 5,3 milliardir krónur og hevur havt 9,3 milliardir krónur í rentuinntøku.

Sama ársfjórðing í fjør var undirskotið 13,7 milliardir krónur.

Tíðarskeiðini kunnu tó ikki samanberast, tí triðja ársfjórðing í fjør legði Danske bank 14 milliardir krónur til síðis í sambandi við brot á lógina um hvítting í Estlandi.

Higartil í ár hevur bankin tjent 15,5 milliardir krónur og Danske bank væntar at avlopið fyri 2023 verður góðar 20 milliardir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650