
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Spent støða í løgtinginum
Nógv virksemi hevur verið í løgtinginum í dag, nú landsstýrið hevur skotið upp at leggja upp í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og lóggeva fyri undantøkum í Sjúkrahúsverkinum.
Uppskotið var lagt fram á tingfundi klokkan hálvgum 12, og stutt eftir byrjaði fyrsta viðgerð.
Málið fór síðani í rættarnevndina, sum skuldi leggja álit fram klokkan hálvgum fýra.
Tingið hevur samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum, so málið kann avgreiðast í dag.
Tá uppskotið var lagt fram, boðaðu sjúkrarøktarfrøðingarnir frá, at allir sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru fevndir av sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið, skuldu fara til hús alt fyri eitt.
Stórur áhugi var fyri tingviðgerðini, og áhoyraraplássini vóru fullsett.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
|