Gongur illa at rudda upp eftir amerikanarum í Grønlandi

Gongur illa at rudda upp eftir amerikanarum í Grønlandi
180 milliónir kr. vóru settar av til uppruddingina, men higartil eru bara 40 milliónir brúktar
Enn er nógv eftir at rudda upp eftir amerikanarum í Grønlandi. (Savnsmynd: Visit Greenland)
 
13.11.2023 - 09:22

Tað gongst striltið at rudda upp eftir amerikanarum í Grønlandi. 

Bara 40 av 180 milliónum krónum eru higartil brúktar til arbeiðið, skrivar Sermitsiaq, men á nýggjárinum fer seks ára gamla danska-grønlendska milliónaavtalan úr gildi.

Tað skrivar Sermitsiaq.

Táverandi landsstýrisformaðurin, Kim Kielsen, og danski umhvørvis- og matvørumálaráðharrin, Esben Lunde Larsen, skrivaðu 11. januar 2018 undir avtalu um at rudda burtur tað, sum er eftir frá tíðini,  tá ið amerikanarar vóru í Grønlandi, frá seinna heimsbardaga til 1951, tá ið Danmark og USA skrivaðu undir verjuavtalu fyri Grønland.

Meginreglan hevur annars verið, at tann, sum dálkar, rindar, men USA sýtir fyri at rudda upp eftir sær, og tí noyddist Danmark at játta 180 milliónir krónur til verjusemjuna frá 2018 til 2023.

Tað var danski sendiharrin í Washington, Henrik Kauffmann, sum bjóðaði amerikanarum til Grønlands.

 

Bara tvey støð eru ruddað

Eftirmeting av seks ára tíðarskeiðnum verður liðug um ársskiftið, men danskt-grønlendski arbeiðsbólkurin viðgongur longu nú, at arbeiðið at rudda hevur gingið munandi seinni, enn mett var í 2018. 

Bara tvey av 18 støðum eru ruddað, og triðja staðið verður liðugt ruddað í 2024. 

Og bara 40 av 180 milliónum krónur eru brúktar.

At seks ára tíðarskeiðið endar, merkir tó ikki, at peningurin fer aftur í danska ríkiskassan. Í avtaluni stendur, at søkjast kann um undantak frá tíðarfreistini.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2024 hevur danska stjórnin flutt góðar 73 av teimum 140 milliónunum, sum eftir eru, til næsta ár, skrivar Sermitsiaq.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167