Fyrsti føroyingur í Champions Leauge

Fyrsti føroyingur í Champions Leauge
Jóhanna Fossdalsá Sørensen er á svenska liðnum BK Ha:cken, ið spælir ímóti Paris FC í kvøld
Jóhanna Fossdalsá Sørensen spælir við svenska liðnum BK Ha:cken. Nú sleppur hon at royna seg í Champions Leauge.
 
15.11.2023 - 12:56

- Hetta er óveruligt! 

Tað sigur føroyska stórtalentið, Jóhanna Fossdalsá Sørensen, sum í kvøld er fyrsti føroyingur, ið skal spæla Champions League-bólkaspæl í fótbólti. 

Hetta er ein dreymur hjá henni, ið nú er veruleiki. 

Jóhanna Fossdalsá Sørensen var bara 12 ára gomul, tá ið hon fór av landinum, og setti sær fyri at røkka ovastu tindum í fótbólti.

Fyrsta stig var Danmark, síðani í bestu deildini í Svøríki, og nú fimm ár seinni er Champions League pallurin. 

Hoyr samrøðu við Jóhonnu Fossdalsá Sørensen:

 

15112023_Johanna

 

Dysturin millum Paris FC og BK Ha;cken, sum er liðið hjá Jóhonnu Fossdalsá Sørensen, verður í kvøld klokkan 19.

Leinki til dystin er her.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115