Ikki neyðugt at hava fastar fundir við uttanlandsnevndir

Ikki neyðugt at hava fastar fundir við uttanlandsnevndir
Grønlendingar skjóta upp, at fundir vera, tá tørvur er at viðgera mál av felags áhuga
Uttanlandsnevndirnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark høvdu felags fund í summar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
16.11.2023 - 13:28

Limirnir í uttanlandsnevndini í Grønlandi halda ikki, at neyðugt er at hava fastar fundir við uttanlandsnevndirnar hjá Føroyum og Danmark.

Uttanríkispolitiska nevndin í Fólkatinginum, uttanlandsnevndin í Føroyum og uttanríkis- og trygdarnevndin í Grønlandi høvdu fyri fyrstu ferð fund saman í juni í ár.

Fundurin var í Grønlandi.

Ætlanin er, at limirnir í hesum trimum nevndunum skulu hittast eina ella tvær ferðir um árið at tosa um felags áhugamál. 

Men grønlendska uttanríkis- og trygdarnevndin mælir heldur til at hava fundin, tá ið tørvur er á at viðgera mál, sum allir partar hava við at gera.

Tað váttar Mariia Simonsen, sum var forkvinna í grønlendsku nevndini til september í ár, skrivar Altinget.dk.

Í Føroyum hevur eisini verið funnist at nevndini.

 

Sólvit Nolsø er limur í uttanlandsnevndini. (Mynd. Bjarni Árting Rubeksen)

Sólvit Nolsø, tingmaður í Framsókn og limur í uttanlandsnevndini, segði við útvarpið 10. juni í ár, at danska uttanríkispolitiska nevndin veit meira um Føroyar og Grønland enn nevndirnar í teimum báðum londunum.
 
Hetta eigur at vera broytt, so føroyska uttanlandsnevndin fær meira at vita, ikki frá føroysku fólkatingslimunum, men frá landsstýrinum:

 

16112023_solvit_um_uttanlandsnevnd

 

Jenis av Rana og Jacob Vestergaard, sum eisini eru í uttanlandsnevndini, vóru ikki í Grønlandi.

Teir halda, at tað er skeivt, at nevndin førir uttanríkispolitikk.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339