Grønland: Borgarar skulu eisini viðgera grundlógina

Grønland: Borgarar skulu eisini viðgera grundlógina
Ætlanin er at brúka fýra milliónir kr. næstu tvey árini at tryggja, at borgarin eisini verður partur av grundlógararbeiðnum
Ætlanin hjá landsstýrinum skal vera klár at leggja fyri rættarnevndina hjá landstinginum, tá tingið kemur saman á vári 2024. (Savnsmynd)
 
17.11.2023 - 10:24

Grønlendska landstingið, Inatsisartut, hevur samtykt, at landsstýrið skal gera eina ætlan um, hvussu eitt orðaskifti um grønlendska grundlógaruppskotið skal skipast.

Vivian Motzfeldt, sum er landsstýrisfólk í sjálvstýris- og uttanríkismálum, sigur við grønlendska kringvarpið KNR, at grundlógaruppskotið er eitt týðandi fet fram móti sjálvstýri, og tí hevur tað týdning fyri landsstýrið, at allir borgarar verða tiknir við í viðgerðina.

Ætlanin hjá landsstýrinum skal vera klár at leggja fyri rættarnevndina hjá landstinginum, tá tingið kemur saman á vári 2024.

 

Vivian Motzfeldt er landsstýriskvinna í sjálvstýris- og uttanríkismálum í Grønlandi. 

 

Kostar 30 milliónir

Higartil hevur grundlógaruppskotið kostað 30 milliónir krónur at gera, og nú hava bæði IA og Siumut skotið upp, at góðar fýra milliónir verða settar av næstu tvey árini fyri at tryggja, at borgarin eisini verður partur av grundlógararbeiðnum.

Men ikki allir politisku flokkarnir í Grønlandi eru so fegnir um grundlógaruppskotið.

Jens-Frederik Nielsen, formaður í Demokraatit, kallar tað "eitt populistiskt fantasi-projekt", og flokkurin Atassut vil hava málið avgreitt sum skjótast við eini fólkaatkvøðu, um Grønland skal arbeiða víðari við eini grundlóg og við sjálvstýri.

- Vit í Atassut eru snøgt sagt troytt av, at lyftir um sjálvstýri skulu fylla so nógv til øll val, so nógv, at tað bara er blivið til eina populistiska hvørvisjón og valagn, sigur Aqqalu Jeremiassen, formaður í Atassut, sambært KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961