Troels Lund Poulsen nýggjur formaður fyri Venstre

Troels Lund Poulsen nýggjur formaður fyri Venstre
Á landsfundi hjá danska flokkinum Venstre er Troels Lund Poulsen í dag valdur til formann
Til vinstru Stephanie Lose og Troels Lund Poulsen, nýggjur formaður í Venstre.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
18.11.2023 - 10:55

Troels Lund Poulsen, er á landsfundinum hjá Venstre í dag, valdur til nýggjan formann fyri flokkin. 

Jakob Ellemann-Jensen boðaði fyri einum mánaði frá, at hann tá hevði lagt frá sær sum formaður fyri flokkin, 
og fór heilt úr politikki beinanvegin. 

Stephanie Lose tók fyribils yvir fyrisitingarligu leiðsluna hjá flokkinum fram til landsfundin í dag. 
Troels Lund Poulsen yvirtók leiklutin sum varaforsæritsráðharri og sum búskaparmálaráðharri,
ið Jakob Ellemann-Jensen hevði havt. 

Fráfarni floksformaðurin náddi at vera formaður í Vinstra í fýra ár, tá hann í septembur 2019 yvirtók
formanssessin eftir Lars Løkke Rasmussen. 

Stutt eftir hetta boðaði Troels Lund Poulsen frá, at hann fór at stilla upp til formansvalið hjá Venstre. 
Ongin annar stillaði upp, og Troels Lund Poulsen er nú nýggjur formaður í flokkinum. 

Troels Lund Poulsen hevur sitið í danska fólkatinginum fyri Venstre síðan 2001. 

Venstre hevur verið og er enn í einum aldudali, tá tað kemur til undirtøku frá veljarum. 
Summir greinarar vilja verða við, at talan er um ein flokk í eini søguliga vánaligari kreppu. 
Tí er talan um eina skútu, ið nýggi formaðurin nú skal fáa vent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233