HB setir nýggjan venjara

HB setir nýggjan venjara
HB hevur sett 58 ára gamla italiumannin, Adolfo Sormani, sum nýggjan venjara hjá besta mansliðnum, sambært bolt.fo
Adolfo Sormani var venjari hjá Vejle Boldklub frá 2017 til 2019.
 
21.11.2023 - 11:43

HB fer skjótt at kunngera nýggjan høvuðsvenjara.

Bolt.fo skrivar, at 58 ára gamli venjarin, Adolfo Sormani, skal standa á odda fyri sigursvanda felagnum úr Havn komandi kappingarár.

Italiumaðurin hevur umboðað millum annað Napoli og Parma sum spælari, og seinni hevur hann verið ungdómsvenjari í bæði Juventus og Napoli. 

Hann var hjálparvenjari í enska felagnum, Watford, fyri góðum tíggju árum síðan, og høvuðsvenjari í Vejle frá 2017 til 2019.

Adolfo Sormani avloysir Jákup Martin Joensen, sum var við til at tryggja HB Løgmanssteypið fyri tveimum vikum síðani.

Formaðurin í HB, Ransin N. Djurhuus, hevur onga viðmerking, men HB hevur bjóðað til tíðindafund klokkan 15 í dag, har nýtt venjaratoymi skal kunngerast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672