Mærsk gevst í Sýria

Mærsk gevst í Sýria
Altjóða tiltøk raka Sýria, og tí er handilsvirksemið longu rættiliga avmarkað
Mærsk Narmada verður seinasta skipið hjá Mærsk í Sýria, áðrenn fyritøkan gevst við øllum virksemi í landinum.
 
22.11.2023 - 14:18

1. desember gevst Mærsk við øllum sínum virksemi í Sýria, og eftir tað fer fyritøkan ikki longur at bjóða seg fram at flyta farm til og úr Sýria.

Tað skrivar Mærsk á síni heimasíðu.

- Av tí at nógv tiltøl raka Sýria, hevur handilsvirksemið longu verið rættiliga avmarkað, og Mærsk hevur tí havt avmarkað virksemi í Sýria í samsvari við altjóða tiltøkini. Seinastu tíðina er hetta vorðið upp aftur størri logistisk avbjóðing, og vit hava tí gjørt av at gevast heilt við virkseminum, skrivar Mærsk á heimasíðuni.

Sostatt fer Mærsk ikki at sigla upp á Sýria eftir mánaðarskiftið. 

Seinasta Mærsk-skipið í sýriskari havn verður Mærsk Narmada 28. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053