Vápnahvíldin komin í gildi

Vápnahvíldin komin í gildi
Fyrstu bilarnir við brennievni eru farnir inn í Gasageiran
Fyrstu bilarnir við neyðhjálp og brennievni eru farnir inn í Gasageiran, eftir at vápnahvíldin er komin í gildi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.11.2023 - 08:08

Vápnahvíldin millum Hamas og Ísrael kom í gildi klokkan fimm okkara tíð í morgun, og hon varir í fýra dagar.

Í avtaluni um vápnahvíld er m.a. ásett, at gíslar frá báðum síðum skulu latast leysir, og at lastbilar við neyðhjálp og brennievni skulu sleppa inn í Gasageiran.

Í morgun skriva fleiri miðlar, at fyrstu lastbilarnir hjálparútgerð og við brennievni eru farnir um marknaliðið í Rafah og inn í Gasageiran.

Tørvurin á brennievni í Gasageiranum er stórur, millum annað hava sjúkrahúsini tørv á brennievni.

Tilsamans 130.000 litrar av diesel skulu flytast inn í Gasageiran hvønn dag undir vápnahvíldini, siga egyptiskir myndugleikar.

Eisini sleppa fýra lastbilar við gassi inn í Gasageiran um dagin undir vápnahvíldini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952