Týska løgreglan gjørt húsarannsókn hjá Hamas-viðhaldsfólki

Týska løgreglan gjørt húsarannsókn hjá Hamas-viðhaldsfólki
Løgreglan legði hald á fartelefonir, farteldur og fleiri tekstir
500 fólk í týsku trygdardeildini vóru við í atsóknunum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
24.11.2023 - 09:13

Týska løgreglan hevur framt fleiri atsóknir at bústøðum hjá limum og viðhaldsfólki hjá Hamas og einum øðrum palestinskum felagsskapi, sum eru forbodnir í Týsklandi. 

500 fólk í trygdardeildini vóru við í atsóknunum.

Húsarannsóknir vóru í 13 støðum í Berlin, stendur í fráboðan frá innanríkisráðnum í gjár. 

Eisini vóru atsóknir í fýra øðrum landspørtum.

Løgreglan legði hald á fartelefonir, farteldur og fleiri tekstir, stendur í fráboðanini.

- Vit fremja at atsókn móti radikalum islamistum, segði týski innanríkisráðharrin, Nancy Faeser, í gjár.

- Við at banna Hamas og Samidoun í Týslandi, senda vit greitt tekin um, at vit ikki góðtaka nakað harmaljóð ella nakran stuðul til barbariska yvirgangin hjá Hamas móti Ísrael. Islamistar og jødahatarar skulu ikki kenna seg tryggar nakrastaðni, segði hon.

 

450 fólk eru limir

2. november setti Týskland Hamas og Samidoun bann at virka í landinum.

Almenn tøl vísa, at umleið 450 fólk í Týsklandi eru limir í Hamas. 

ES, USA og Ísrael siga Hamas vera yvirgangsfelagsskap.

 

Hava útvegað fígging til Hamas

Týskir myndugleikar siga, at limir í Hamas hava  ikki framt atsóknir í landinum higartil, men sambært myndugleikunum, hava teir útvegað fígging til at hjálpa Hamas uttanlands og 'fyri at ávirka sosiala og politiska kjakið í Týsklandi'.

Samidoun, eisini kent sum Palestinian Prisoner Solidarity Network, hevur lyndi til at fara fram við hørðum og 'góðtekur ikki rættin hjá Ísrael at vera til', stendur í fráboðanini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952