Næstu dagarnir avgerandi

Næstu dagarnir avgerandi
Síðstu dagarnar er lendið hækkað nærhendis Svartsengi og Bláa Lóni, so næstu dagarnir verða avgerandi fyri, um groyti undir Grindavík er storknað ella ikki.
Síðstu dagarnar er lendið hækkað nærhendis Svartsengi og Bláa Lóni
Mynd: Hákon Pálsson/mbl.is  
 
26.11.2023 - 18:22

- Møguleiki er framvegis fyri, at meira groyti fer at koma upp á Reykjanesskaga-hálvoynni, sigur Páll Einarsson, sum er fyrrverandi íslendskur professari í jarðfrøði, við Morgunblaðið.

Hann sigur støðuna vera fløkta í løtuni, men at næstu dagarnir helst verða avgerandi fyri, um tað skal bera til at meta um, um groytið undir Grindavík er storknað.

- At lendið í Svartsengi er hækkað síðstu dagarnar, kundi bent á, at ein nýggj rás við groyti hevur tikið seg upp, men enn er ov tíðliga at kunna siga tað við vissu, sigur hann.

Fyri góðum tveimum vikum síðani gjørdu fleiri jarðskjálvtar um seg í Grindavík, har stórur skaði í summum førum stóðst av teimum.

Neyðugt var tá at flyta fólkið í Grindavík burtur, men eftir stórt seismiskt virksemi í eina tíð, er tað nú minkað munandi aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952