Fleiri óhapp í hálkuni

Fleiri óhapp í hálkuni
Tveir bilar rendu frontalt saman í Kaldbaksfirði
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2023 - 11:05

Óvanliga hált hevur verið fleiri staðni um landið í nátt og tað hevur elvt til fleiri ferðsluóhapp í nátt. 

Hesum boðar løgreglan frá. 

Um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldiðrendu tveir bilar frontalt saman í Kaldsbaksfirði nærhendis Kollafjarðartunlinum.

Seks fólk í óhappinum
Ein einsamallur førari var í øðrum bilinum, meðan fimm fólk vóru í hinum. Hvørgin av bilførarunum vóru ávirkaðir av rúsdrekka. 

Øll fólkini sluppu við smávegis snuddum, og sambært løgregluni var hálkan helst orsøkin til samanstoytin. 

So mikið hált var á vegastrekkinum, at Landsverk fekk boð um, at um vegurin ikki bleiv saltaður alt fyri eitt var neyðugt at steingja hann fyri ferðslu.

Og tá liðugt var at rudda vegin eftir óhappið vóru fólk hjá Landsverki komin á staðið og saltaðu vegin. 

Bilar á glið
Næstu fráboðanina um óhapp í ferðsluni fekk løgreglan klokkan hálvgum fýra.

Hesaferð úr Kollafirði, har ein bilur var farin út av vegnum í hálkuni. Bilførarin var einsamallur í bilinum, og slapp frá óhappinum uttan skaða. 

Sama søga endurtók seg í Hósvík stutt fyri klokkan fimm í nátt, har enn ein bilur fór út av landsvegnum í hálkuni. Heldur ikki her fekk bilførarin skaða. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595