Ísrael finst hvassliga at ST-aðalskrivaranum

Ísrael finst hvassliga at ST-aðalskrivaranum
António Guterres, ST-aðalskrivari, krevur vápnahvild í Gasa, men tað er tað sama sum at stuðla Hamas, sigur ísraelski uttanríkisráðharrin
Ísraelski uttanríkisráðharrin, Eli Cohen, sigur, at tíðarskeiðið, Guterres hevur verið ST-aðalskrivari, hevur verið ein hóttan móti heimsfriðinum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
07.12.2023 - 08:31

Tað er ikki fallið í góða jørð í Ísrael, at ST-aðalskrivarin, António Guterres,  í gjárkvølidð brúkti eina óvanliga heimild til at senda bráðfeingis áheitan á ST-trygdarráðið, um at at tryggja vápnahvíld í Gasa.

Eli Cohen, Ísraelski uttanríkisráðharrin, segði í aftursvari til Guterres á X, fyrrverandi Twitter, at ein áheitan um vápnahvíld í Gasa er tað sama sum at stuðla Hamas-yvirgangsbólkinum at drepa eldri, burturflyta børn og neyðtaka kvinnur.

Eisini kallaði hann tíðarskeiðið, Guterres hevur verið ST-aðalskrivari, fyri eina hóttan ímóti heimsfriðinum.

 

António Guterres, ST-aðalskrivari.

 

Í brævinum til trygdarráðið, sigur ST-aðalskrivarin, at støðan í Gasa versnar so skjótt, at avleiðingarnar nú kunnu vera, at støðan hjá palestinum batnar ikki, og tað sama er fgaldandi fyri trygdina í økinum.

- Palestinar í Gasa hava eingi trygg støð at leita sær til, heilsuverkði smokkar saman og sjúkrahús gerast vígvøllurin, skrivaði hann í áheitanini.


Misti innferðarloyvi

Støðan millum Ísrael og ST er eisini spent í aðrar mátar.

Í gjár tók Ísrael aftur innferðarloyvið frá ST-neyðhjálparsamskiparanum í Palestina, Lynn Hastings, tí hon hevði funnist at Ísrael fyri blóðiga kríggið í Gasa.

- Eitt fólk, sum ikki fordømir Hamas fyri blóðiga álopið 7. okt, og fyri at brúka sivilfólk sum verju, men heldur fordømir Ísrael fyri at verja sínar íbúgvar, eigur ikki at starvast í ST, og sleppur heldur ikki inn í Ìsrael, segði Eli Cohen í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053