ST-høvuðsnevndin skal viðgera støðuna í Gasa

ST-høvuðsnevndin skal viðgera støðuna í Gasa
Nevndin hevur heimild at taka stig, tá trygdarráðið ikki megnar at taka ábyrgd til tess at varðveita altjóða friðin
ST-trygdarráðið megnaði ikki at semjast um vápnahvíld í Gasa. Nú er ST-høvuðsnevndin kallað til fundar at viðgera málið. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
11.12.2023 - 08:23

ST-høvuðsnevndin er kallað inn til snarfund í annaðkvøld at atkvøða um eina samtykt, nú ST-trygdarráðið ikki megnaði at semjast um at krevja vápnahvíld í Gasa.

Orsøkin til vantandi semju var USA, sum nýtti sýtingarrætt sín.

Nú hava Egyptaland og Mauritania sett í verk grein 337 í ST-fyriskipanini, sum eisini verður nevnd 'Saman um frið'-samtyktin, har atkvøðast skal um eina samtykt. 

Og samtyktin, sum atkvøðast skal um í annaðkvøld, minnir nógv um hana, sum USA nýtti veto ímóti fríggjadagin.

 

Er roynt fyrr

Tað hevur fyrr eydnast ST-høvuðsnevndini at samtykkja eina samtykt, sum krevur humanitera vápnahvíld alt fyri eitt. Tað vil siga, at nevndin longu hevur eina samtykt, og at ein nýggj samtykt kann fara víðari enn hin fyrra ,fyri at ST skal hava nakra ávirkan á støðuna. 

ST-fyriskipan 337 var samtykt 3. november 1950, og endamálið var at geva ST-høvuðsnevndini heimild at taka stig, tá ið ST-trygdarráðið ikki megnar at fremja sína yvirskipaðu ábyrgd fyri at varðveita altjóða friðin.

 

Russiska innrásin í Ukraina

Fyriskipanin var seinast brúkt í mars í fjør, tá ið londini atkvøddu um, at Russland skuldi gevast við innrásini í Ukraina, og at allar herdeildir skuldu fara úr Ukraina alt fyri eitt.

Samtyktin heimilar londunum at brúka vápnamegi, men tað er bert hent eina ferð áður. Tað var í 1951, tá ið ST bað um hjálp í sambandi við, at ST legði uppí Koreakríggið.

Tað vanliga er at brúka tiltøk ella at loyva altjóða herdeildum at fara inn og handfara støðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Mikudag 25. mars
Morgunlestur mikudagur 25.mars 2026
205922
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628