Elias møtir tveimum liðfeløgum

bannari
Elias møtir tveimum liðfeløgum
Tveir liðfelagar hjá Eliasi á Skipagøtu úr Kiel eru við í norska EM-hópinum, sum er tikin út í dag
EM 2024: Norski EM-hópurin er tikin út
Mynd: handball.no  
 
11.12.2023 - 14:11

Kiel-liðfelagarnir hjá Eliasi á Skipagøtu, Harald Reinkind og Petter Øverby, eru við í norska EM-hópinum, sum er kunngjørdur í dag.

Stóra norska stjørnan, Sander Sagosen, úr Kolstad er eisini við í hópinum, har nýggja felagið úr Tróndheimi er best umboðað við sjey spælarum.

Norra hitar upp til EM-endaspælið í Golden League, har mótstøðuliðini verða Danmark, Holland og Egyptaland.

Føroyar spæla ímóti Norra 13. januar. Tveir dagar frammanundan er fyrsti dysturin ímóti Slovenia, og 15. januar spæla Føroyar síðsta dystin í bólkaspælinum ímóti Póllandi.

Norra og Føroyar hava spælt átta ferðir ímóti hvørjum øðrum, og Norra hevur vunnið hvørja ferð. 

Norski EM-hópurin

Málverjar

12 Kristian Sæverås, SC DHfK Leipzig Handball
30 Torbjørn Sittrup Bergerud, Kolstad Håndball

Strikuspælarar

9 Henrik Jakobsen, GOG Håndbold
11 Petter Øverby, THW Kiel
21 Magnus Gullerud, Kolstad Håndball

Bakspælarar

3 Vetle Eck Aga, Kolstad Håndball
5 Sander Sagosen, Kolstad Håndball
7 Sander Andreassen Øverjordet, Kolding
13 Erik Thorsteinsen Toft, KIF Kolding
22 Tobias Grøndahl, Elverum Håndball
23 Gøran Søgard Johannessen, Kolstad Håndball
24 Christian O'Sullivan, SC Magdeburg
27 Harald Reinkind, THW Kiel
43 Simen Ulstad Lyse, Kolstad Håndball
77 Magnus Abelvik Rød, Kolstad Håndball

Vengur

6 Sebastian Barthold, Aalborg Håndbold
19 Kristian Bjørnsen, Aalborg Håndbold
44 Kevin Maagerø Gulliksen, TTH Holstebro
71 Alexandre C. Blonz, GOG Håndbold

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329