Pumpa sjógv inn í tunlar í Gasa

Pumpa sjógv inn í tunlar í Gasa
Fleiri stúra fyri, at veitingin av feskum vatni kemur í vanda av ísraelska stignum
Ísraelskur hermaður í tunli undir Al Shifa-sjúkrahúsinum í Gasa. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
13.12.2023 - 08:43

Ísrael er nú farið undir at pumpa sjógv inn í tunlarnar í Gasageiranum. 

Tað skrivaði bretska blaðið The Wall Street Journal í gjárkvøldið.

Blaðið skrivar, at hetta fer helst at taka tvær vikur, og endurgevur ónevnd embætisfólk.

Fleiri óttast tó fyri, at veitingin av feskum vatni í Gasa er í vanda av hesum, og embætisfólk í Biden-umsitingini vænta, at hetta fer at oyðileggja tunnilsskipanina, skrivar Reuters.

 

(Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Fleiri pumpur settar upp

Tíðliga í hesum mánaðinum skrivaði The Wall Street Journal, at Ísrael hevur sett upp í minsta lagi fimm pumpur norðan fyri flóttafólkaleguna Al-Shati.

Skipanin skal vera før fyri at pumpa fleiri túsund litrar av vatni um tíman inn í tunlarnar.

Ísraelska uttanríkisráðið hevur higartil ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini um, at pumpurnar eru í gongd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864