Portugal: Valevnið hjá sosialistaflokkinum vann sannførandi

Portugal: Valevnið hjá sosialistaflokkinum vann sannførandi
Nú meginparturin av atkvøðunum er upptaldur, hevur António José Seguro fingið 66 prosent
António José Seguro verður nýggjur forseti í Portgal.
Mynd: Patricia De Melo Moreira/AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.02.2026 - 08:13

Forsetaval var í Portugal í gjár.

Og tað var valevnið hjá sosialistiska flokkinum, António José Seguro, sum sannførandi vann seinna og avgerandi umfarið á forsetavalinum.

Nú 95 prosent av atkvøðunum eru tald, hevur hann fingið 66 prosent - svarandi til umleið tveir triðingar av atkvøðunum, skrivar Ritzau.

Sambært almenna miðlinum í Portugal, RTP, hevur Seguro eisini fingið flestar atkvøður higartil á einum forsetavali í landinum.

Sambært fyribilsúrslitinum hevur mótstøðumaður hansara, høgravendi politikarin, André Ventura, fingið 34 prosent av atkvøðunum, og hevur longu viðurkent ósigurin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424