Krúnprinsessan harmast vinarlagið við Epstein

Krúnprinsessan harmast vinarlagið við Epstein
Tað er umráðandi fyri meg at biðja tykkum øll um umbering, sum eg havi gjørt vónbrotin, sigur norska krúnprinsessan Metta Marit
Metta-Marit krúnprinsessa sigur seg harmast støðuna, sum hon hevur sett kongshúsið í, serliga kongin og drotningina,
Mynd: Javad Parsa/NTB/Ritzau Scanpix  
 
06.02.2026 - 15:06

Norska slottið sigur í dag, í sambandi við Epstein-skjølini, har Mette-Marit krúnprinsessa verður nevnd fleiri ferðir, at  krúnprinsessan leggur dent á, at hon tekur stóra frástøðu frá kynsligum ágangi og kriminellu gerðunum hjá Jeffry Epstein.

- Hon er sera hørm um ikki at hava skilt nóg tíðliga, hvat slag av mennsikja hann var, stendur í fráboðanini hjá Slottinum.

- Eg eri sera hørm um mítt vinarlag við Jeffrey Epstein. Tað er umráðandi fyri meg at biðja tykkum øll um umbering, sum eg havi gjørt vónbrotin. Sumt innihald í boðunum millum Epstein og meg umboðar ikki tað menniskja, sum eg vil vera. Eg harmist eisini um støðuna, sum eg havi sett kongshúsið í, serliga kongin og drotningina, sigur Metta Marit krúnprinsessa í fráboðanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849