Keir Starmer sýtir fyri at leggja frá sær

Keir Starmer sýtir fyri at leggja frá sær
Bretski forsætisráðharrin er undir stórum trýsti, og leiðarin í Labour í Skotlandi fer í dag eisini at mæla til, at hann leggur frá sær
Keir Starmer, forsætisráðharri, er undir stórum trýsti at leggja frá sær.
Mynd: Leon Neal/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.02.2026 - 14:21

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sýtir fyri at leggja frá sær sum eitt úrslit av vaksandi politisku kreppuni í samband við, at Peter Mandelson í februar í fjør var tilnevndur bretskur sendiharri í USA.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

Tveir av næstu ráðgevunum hjá Keir Starmer hava sagt seg úr starvi av gøluni.

Fyrst var tað Morgan McSweeney, sum hevur verið strategiskur ráðgevi hjá Keir Starmer í nógv ár, ið legði frá sær sum ovasti stápsstjóri. Og í dag gjørdi samskiftisstjórin hjá honum, Tim Allan, av at gera tað sama, so forsætisráðharrin kann fáa eitt nýtt lið av ráðgevum í staðin.

Keir Starmer hevði í morgun ein fund við síni starvsfólk í Downing Street, og tá harmaðist hann, at Peter Mandelseon var tilnevndur sendiharri í fjør.

Men Keir Starmer ætlar at halda fram sum forsætisráðharri, segði hann.

 

Labour í Skotlandi vil eisini hava Starmer frá

Trýstið á Keir Starmer hevur verið øgiligt allastaðni.

The Times veit at siga, at Anas Sarwar, leiðari í skotska Labour-flokkinum, seinni í dag fer at mæla Keir Starmer til at leggja frá sær. Labour-flokkurin í Skotlandi hevur mist nógv í seinastuni, og liggur nú aftanfyri bæði SNP og Reform UK í nýggjastu málingunum.

Memi Badenoch, andstøðuleiðari og formaður í Konservativa flokkinum, kastar Keir Starmer fyri vantandi tamarhald á stjórnini, og innanfloks stúra nógvir Labour-politikarar fyri, at hetta kann gerast til eina kreppu, sum flokkurin missir tamarhaldið á.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299